Sider

onsdag den 7. marts 2012

Føroysku fiskivinnupolitikkur -- ein røð av óneyðugum skeivum avgerðum

Flóvin suffar á facebook:
‎Jóannes, hatta tit í Búskaparráðnum ávaraðu um í 2000 (og sum síðani hendi) var bara teori. Teori kann ikki brúkast til nakað í veruleikanum. At onnur hava gjørt brølararnir eru heldur ikki gott nokk, tí føroyski búskapurin er heilt serligur, so man skal endurtaka brølararnir í veruleikanum í Føroyum, áðrenn man kann læra. Og ofta skal man endurtaka brølararnir nakrar ferðir fyri at sikra sær at tað ikki av tilvild, at tað blívur sum teoretikarar (sum einki vita um veruleikan) hava ávarað. Og tá man so hevur staðfest tað við fleiri endurtøkum og harav dýrum læripengum, so kann man diskutera, um man skal broyta skipanina, og kanska skal man heldur halda fram sum vant, tí broytingar skapa óvissu.

Tað er reaktión uppá at Jóannes Jacobsen hevur víst á, at í Várfrágreiðingini 2000 (pdf) hjá Búskaparráðnum stendur millum annað at lesa:
Um hugt verður nóg langt fram, so verður øll vinnan at hava rinda fyri fiskirættindini; hetta uttan mun til um tað er landskassin ella verandi vinna, ið fær rættin at selja fiskirættindi.
Føroysku royndirnar higartil vísa, at fiskiloyvið ofta verður selt fyri 5-6 ferðir virðið av skipinum
Trupulleikin við verandi fiskidøgum saman við umsetiligheit er júst, at stórur kapitalur skal til fyri at keypa fiskirættindini.
Gongdin í Íslandi vísir, at verður umsetiligheit innførd í verandi skipan við langtíðarrættindum, har ognarrætturin verður latin privatum, verður ikki møguligt hjá teimum pørtum av landinum, ið ikki hava kapitalsterkar fyritøkur ella persónar, at standa seg í kappingini um hesi rættindi.
Um trupult verður at koma inn í vinnuna, kann skipanin sum frá líður koma at virka monopoliserandi og ineffektiv.

Jóannes vildi vísa á, at tað als ikki var nýtt -- ella óvæntað -- sum Jørn Astrup Hansen skrivaði í 2007:
Ved salg af fiskefartøjer - efter omstændighederne i form af koncerninterne transaktioner - har det været muligt for rederne at trække værdien af fiskerettighederne, der i princippet svarer til værdien af en uendelig betalingsrække, ud af erhvervet. Ved salg af fiskefartøjet indgår værdien af de kapitaliserede fiskerettigheder i prisen på skibet, der sælges med tilhørende fiskerettigheder. Der er således eksempler på, at fiskefartøjer er steget til den fire- eller femdobbelte værdi. Der er opstået meget betydelige windfall gains. Færøerne har fået kvotebaroner. Kapitaliseringen af fiskerettighederne, der må formodes at være af engangskarakter, har på ny markant forøget gældsbelastningen af flåden.Til den næste generation af fiskere vil der ikke være nogen ressourcerente!

Føroyskur fiskivinnupolitikkur er ein long røð av skeivum avgerðum. Tað er ein tragedia. Men flestu skeivu avgerðirnar hava verið púra óneyðugar, tí ávarað hevur verið -- frammanundan. Harvið er talan eisini um eina skandalu.

Ingen kommentarer: